Tað tykist sum um, at tað altíð er okkurt annað, sum er viktigari fyri fólkaflokkin enn Føroyar!

BySuðuroyarportalurin

3. august 2026

Harra formaður!

Tað er altíð spennandi at hoyra frágreiðing løgmans á ólavsøku. Í ár er onki undantak, serliga tí vit nú hava nýggja samgongu, og tað mangan av samgonguni hevur verið ført fram, at á ólavsøku vita vit nærri um ávís viðurskifti, nú val og samgonga so at siga bleiv skipað í ótíð.

Á ólavsøku skal løgmaður greiða frá støðuni í landinum og stinga út í kortið kósina fyri komandi tíðina.

Um støðuna í okkara fantastiska landi er sjálvsagt nógv gott at siga. Arbeiði er til allar hendur, og flestu fólk og vinnulív hava tað gott. Tó eru tað nøkur, sum stríðast, og tey skulu sjálvsagt hava okkara fulla uppmerksemi.

Allar samgongur byggja í ávísan mun á herðarnar á undanfarnum samgongum. Tí gleðir tað eisini okkum í Tjóðveldi, at fleiri av teimum málum, sum vit vóru við at fyrireika og arbeiða fyri eru á skrá í hesi samgonguni. Vit kunnu taka málið um eftirlønarviðbót til fyritíðarpensjónistar, sum Eirikur í Jákupsstovu hevði gjørt klárt, og uppskotið um tilhaldsstað til RÓWT, sum hann eisini hevði fyrireikað og funnið fígging til. Tvey góð mál fyri okkara samfelag og sum vísa, at vit skulu taka hond um tey, sum hava tað tungt annaðhvørt fíggjarliga ella sosialt/sinnisliga.

Í Tjóðveldi sakna vit annars sosialpolitisk átøk. Vit sakna at hoyra, hvat man vil gera fyri tey, sum hava tað allar truplast fíggjarliga. Áðrenn summarsteðgin var stórt fokus á, at avtøkan av MVG á brennievni var hjálpin til tey, og at vit máttu síggja til á ólavsøku, um støðan ikki bleiv betri. Um ikki mátti ein hjálparpakki koma og onnur átøk. Hetta er alt samalt fráboðað frá javnaðarumboðum á tingsins røðarapalli. Hvar eru átøkini spyrja vit? Og vit vita, at mong seta henda sama spurning.

Tá ið MVG frítøkan bleiv sett í verk, kostaði bensini 13.33 kr liturin. Nú kostar liturin 14.44. Altso 1.11 kr dýrari, enn tá ið MVG bleiv avtikið. So her hongur als ikki saman. Tjóðveldi førdi tá fram og aftur nú, at rættast var at málrætta innsatsin og hjálpa teimum, sum eru fíggjarliga sperd. Teimum hvørs oljurokning tekur grundarlagið undan húsarhaldinum. Teimum hvørs oljurokning nokk er vaksin við 600-800-1000 kr um mánaðin. Tí leggja vit uppskotið um orkuískoyti fram aftur.

Og enn skilja vit ikki, hvussu samgongan fekk seg til at nokta okkum at fáa málið lagt fram áðrenn summarsteðgin. Tað kann væl vera, man gjørdi tað fyri at gera seg inn á andstøðuna, men prísin hava tey við lægstu inntøkunum goldið. Tey hava onki fingið. 20 mió eru brúktar til allar bileigarar, føroyingar og ferðafólk, tí hetta hevur verið í bestu ferðatíð. Tað er lítið at ivast í, at ferðafólkini hava verið glað um hetta átak, sum samgongan gav teimum.

Tað eru fleiri øki, sum eru sera fráverandi í frágreiðing løgmans. So fráverandi at tað veruliga undrar. Eg kann nevna, hvar eru átøkini, sum skulu hjálpa teimum, sum bara hava fólkapensjón og samhaldsfasta at liva av?

Hvør er ætlanin á mentanarøkinum? (list, tónleikur, sjónleikur, bókmentir o.s.fr.)

Hvør er ætlanin á heilsuøkinum? (krabbameinsátøk, vaksnapsyk.)

Hvør er ætlanin á almannaøkinum? Orkuøkinum?

Hvar er suðuroyartunnilin og samferðslan sum heild? (Tjørnuvík, SSL o.s.fr.)

Ja, hvar er politiska kósin?

Hvar er tjóðskaparkósin (blokkurin, yvirtøkur, samráðingar o.s.fr.)

At fáa ung at støðast, seta búgv og útbúgva seg í Føroyum var eitt høvuðsevni til valið. Vit fegnast um at kampusætlanin heldur fram, og at dentur eisini er lagdur á yrkisútbúgvingarøkið. Vit vístu sjálv til valið eisini á ætlanina, sum ein bólkur á Setrinum saman við øðrum hevði um at byggja lestrarbústaðir. Tað fall ikki í góða jørð hjá øllum, at vit vístu á ítøkiligu ætlanina í valstríðnum, men nú síggja vit, at samgongan ætlar sær at arbeiða við málinum. Tað gleðast vit um, tí tað er veruliga alneyðugt at fáa bygt lestrar- og lærlingabústaðir. Men málið sigur okkum kanska okkurt um, hvussu vit fara vit nýggjum hugskotum og teimum, sum koma við teimum. Lat tað fara.

Vit gleðast um, at tey, sum fara undir víðari lestur um nakrar dagar nú fáa 1000 kr meira um mánaðin í lestrarstuðli og fegnast veruliga um, at vit fingu tað framt í undanfarnu samgongu.

Tað eru nógv átøk, sum blivu nevnd í frágreiðing løgmans, sum skulu fíggjast. Fíggingina hava vit ikki sæð enn, men vit síggja, at MVG afturbering skal vera av bústaðarbygging, barnakekkur skal latast, mótrokningafría upphæddin hjá pensjónistum hækkast, lesandi skulu forvinna meira uttan skatt, føroyingar, sum arbeiða uttanlands skulu hava størri frádráttir o.s.fr. Her skulu nógvir pengar finnast.

Føroyar eru ikki einsamallar í heiminum, men ein partur av heiminum. Onki var í løgmansfrágreiðingini um Føroya støðu í heiminum. Tað undrar stórliga. Onki um uttanríkispolitikkin.

Men í gjár frættu vit gjøgnum DR, at avtala var gjørd við danir um økt samstarv á verjuøkinum, sum innibar m.a. at hernaðarliga hjáveran hjá dønum skuldi økjast í Føroyum við t.d. patruljering av F-35 hernaðarflogførum. Vit eru mong, sum blivu kløkk, og sum undrast á, at avtala er gjørd uttan um løgtingsins uttanlandsnevnd. Kunnu Bárður Nielsen ella løgmaður greiða nærri frá hesum, og hvat avtalan inniber?

Føroyska tjóðin hevur neyvan verið betur fyri enn nú. Tað er gott. Tó so vita vit, at langtíðaravbjóðingar eru í búskapinum. Enn frættist onki um nakra nýskipan at bøta um støðuna. Seinasta bygnaðarbroyting, vit hava frætt um, er, at byggideildin á LV er avtikin ella pettað sundur og flutt út á stjórnarráðini. Altso ekspertisan er í prinsippinum spjadd og deild út á sjey eindir. Sjey heldur enn eina sterka faklig eind. Tað má blíva dýrari og verri. Lítið nýskipanarligt í hesum.

Størsta og týdningarmesta nýskipanin er tó yvirhøvur ikki nevnd. Ikki eitt orð um tjóðarsemjuna, og hvussu vit koma víðari við semjuni at skipa okkum sum stat, at fáa teir limaskapir okkum tørvar og fult ræði á uttanríkispolitikkinum.

Muður mælir, tað hjarta er fult av. Eftir røðuni at døma er løgmaður blivin reinur sambandsmaður. Tað tykist sum um, at tað altíð er okkurt annað, sum er viktigari fyri fólkaflokkin enn Føroyar!

Vit vita, at okkara vinnuliv má fáa betri markanaðaratgongd. Tað krevur broyting í ríkisrættarligu støðuni. Vit vita, Føroyum tørvar altjóða limanskapir. Tað krevur broyting í ríkisrættarligu støðuni. Vit vita, vit eru fult før fyri at umboða okkum sjálv, og at tað krevur broyting í ríkisrættarligu støðuni. Vit vita, at tað er best fyri Føroyar, at vit ráða okkum sjálvum, og at tað krevur broyting í ríkisrættarligu støðuni. Hvørjum bíða vit eftir, nú vit hava so breiða semju í Føroyum? Og hvussu leingi ætla vit, at øll onnur skulu broyta síni viðurskifti, so vit kunnu koma upp í part, tá ið vit vita, avgerðin liggur í okkara egnu hondum? Nær ætlar man at vísa landi og fólki álit og taka fulla ábyrgd av landinum og fáa teir sessir við borðið, har allar avgerðir okkara vegna verða tiknar. Ætla vit framvegis at fáa ein stól uttast við hurðina, um vit yvirhøvur sleppa innum? Ætla vit framvegis ikki at hava atkvøðurætt, men allernådigst talurætt okkara vegna? Tí soleiðis er støðan í fleiri førum í dag. Og ætla vit ikki, at okkara ítróttarfólk skulu umboða Føroyar undir Merkinum til OL?

Nei, her má okkurt henda. Løgmaður skal vita, hann hevur fullan stuðul frá okkum at skapa frælsu tjóðina. Beinir Johannesen hevur møguleika at skriva søgu sum fyrsti løgmaður í frælsu Føroyum.

Vælsignaðu latið ikki tað henda, sum eg havi kensluna av. At A er blivin ein sambandsflokkur, at C er blivin borgarligur, og at B situr við øllum kortunum í løtuni.

Tað verður ikki gott fyri okkum.

Samanumtikið so gleðast vit um tað sum er gott, men vit sakna visjónir og kós á fleiri økjum.

Vit sakna :

– eina tjóðskapar kós

– eina sosiala kós

– eina mentanarliga kós

– og eina heilsupolitiska kós.

Vit eru til reiðar at geva okkara íkast til øll hesi.

Takk fyri

Sirið Stenberg, forkvinna

Facebook viðmerkingar