Í ár verður eitt nýtt og spennandi tiltak á Ljósfestini!
Fríggjakvøldið frá kl. 22.00 til 00.00 verður Silent Disco á økinum frammanfyri pallin. Hetta er eitt ókeypis tiltak, har øll eru vælkomin at royna eina heilt serliga tónleikauppliving.
Við einum tráðleysum headsetið kanst tú velja millum ymiskar tónleikastøðir og dansa saman við øðrum – hvør við sínum lag, men kortini í sama felagsskapi. Tað sær kanska eitt sindur løgið út uttanífrá, men tá tú hevur fingið headsetið upp á, skilir tú skjótt, hví Silent Disco er vorðið so vælumtókt kring heimin.
Endamálið við tiltakinum er at geva teimum ungu eitt spennandi kvøldartilboð á Ljósfestini, samstundis sum Silent Disco er eitt tiltak, ið kann savna fólk í øllum aldri. Tí vóna okur, at bæði ung og eldri taka sær eitt headset og royna hesa stuttligu upplivingina.
Tiltakið er fyriskipað av FC Suðuroy og VB og verður gjørt møguligt við góðum stuðli frá Bygma Suðuroy.


Facebook viðmerkingar