Hálvársúrslitið eitt avlop upp á 141 mió. kr.

BySuðuroyarportalurin

4. september 2026

Betri Banki: Betri Banki kunnger í dag roknskapin fyri fyrra hálvár 2026. Fyrstu 6 mánaðirnir av 2026 vóru sum heild merktir av góðum úrslitum á virkisøkjunum hjá bankanum, og hálvársúrslitið er eitt avlop upp á 141 mió. kr.

Innlánini eru økt við smáum 200 mió. kr og útlánini við góðum 400 mió. kr., avkastið av íløgunum hevur verið gott, og útreiðslurnar eru á nærum sama støði sum í 2025.  

“Vit eru væl nøgd við úrslitið fyri fyrra hálvár 2026”, sigur Jean Djurhuus, forstjóri í Betri Banka.

Úrslitið hjá Betri Banka fyrstu 6 mánaðirnar av 2026 kemst av, at nógv virksemi er í landinum, og at eftirspurningurin eftir fígging er stórur, samstundis sum privat- og vinnukundarnir hjá bankanum samanumtikið eru væl fyri.

Hálvárið í stuttum: 
• Úrslit eftir skatt: 141 mió. kr. 
• Úrslitið áðrenn avseting til skatt: 172 mió. kr. 
• Fíggjarstøðan javnvigar við 14.037 mió. kr. 
• Útlán: 9.668 mió. kr. 
• Innlán: 10.887 mió. kr. 
• Eginpeningur: 2.838 mió. kr. 
• Kjarnukapitalprosent við hálvárið: 39,6%

Tú kanst lesa allan hálvársroknskapin her.

Facebook viðmerkingar