UPPHAV á SALT sunnudagin

BySuðuroyarportalurin

5. september 2026

Framúr vælmóttikni sjónleikurin UPPHAV spælur á SALT sunnudagin kl 15.00.

UPPHAV er ein frásøgn um sorgarleikin, sum rakti Hestoynna 1. apríl 1919, tá ið tveir bátar úr oynni gingu burtur. Ellivu menn úr Hesti sjólótust henda dagin. Tað var meginparturin av arbeiðsføru monnunum í bygdini. Leikurin snýr seg um gerandislívið,
korini og fortreytirnar hjá familjunum í Hesti eins og í øllum Føroyum hetta tíðarskeiðið.

Leikurin er serstakur, tí hann er ikki bert søgan um menninar, sum druknaðu, men eisini um kvinnurnar og børnini, sum sótu eftir í einum samfelag, sum hvørki hevði almennar ella privatar socialar tryggingar.

UPPHAV hevur vunnið tveir prísir á ummælaraheimasíðuni CPH:CULTURE. Annar er fyri besta er besta nýggja leikverk, ið hevur annað mál enn danskt sum uppruna hin er sum besta gestaspæl leikárið 25/26.

Tað eru leikbókarnir TVAZZ og Leikhús SKIFT sum koma á SALT við UPPHAV. Gunnvá stigtakan, sjónleikur og tekstur: Gunnvá Zachariasen eigur hugskotið til leikin, eins og tað er hon, ið hevur tikið stig til at gera hann. Saman við Maritu S. Dalsgaard hevur hon skrivað tekstin. Tað er Marita S. Dalsgaard, ið hevur leikstjórna meðan Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð hevur gjørt kompositión og ljóð. Visual artist er norska Silje Grimstad

Brot úr ummælum og viðmælum:
“…Upphav er besti leikur, eg havi sæð, at lýsa hetta fyribrigdi, hvussu kvinnur síggja seg sjálvar og saman skapa egnar søgur, ið greitt koma út um senukantin…”. Birgir Kruse, Birkblog.blogspot.com 05.10.2025

“…”Upphav er eitt tungt, men týdningarmikið verk, men ikki uttan vón. Tað sigur ikki lítið um menniskjuna í søguni, bæði hesari og í søguni sum heild, og tað sigur heldur ikki lítið um leikin. Tí vónini var tað – og vónini er tað – tørvur á…” Rólant W. Dam,
Frihedsbrevet, okt. 2025

“…Jeg elsker, at dette værk er skabt af kvinder, skrevet, instrueret, spillet, formgivet og lydlagt af kvinder, som en klar og kærlig hyldest til de stærke kvinder, der blev tilbage og holdt familier og fællesskaber i live. En fængslende og dybt færøsk måde at fortælle historie på”. denandenanmelder, Instagram

“….Tí er Upphav eitt tiltrongt listaverk, sum heilt vist eigur at verða sýnt kring Føroyar eins og fyriskipararnir hava í hyggju”. Kinna Poulsen, Listaportal 05.10.2025

“…Fyri eina tjóð, ið hevur livað av og við havinum í so nógv ár, er hetta kollektiva sorgarsøgan, ið vit hava brúk fyri.” Niels Uni Dam, Facebook 05.10.2025

“… Ein smágenta missir pápa sín, ein smágenta sum nógvar aðrar smágentur. Í Hesti, Norðdepli og aðrastaðni í verðini. Ein bygd, ein ætt skal liva víðari við sorgini. Takk, Gunnvá, fyri leikin og fyri, at vit sluppu at spegla okkum, okkara upphav og okkara
niðurarvaðu sorg”. Dorit Hansen, Facebook, 12.10.2025

“UPPHAV – ein ekkan, sum er eldri enn eg. Eitt ekkó úr tigandi arvinum…” Sigbritt við Neyst, Facebook, 08.10.25

Facebook viðmerkingar