Vikuskiftið 22. og 23. august var Umhvørvisstovan í Suðri og tók kringsýnismyndir til kortal.fo. Myndir vórðu tiknar í øllum býum og bygdum.
Kringsýnismyndirnar eru tøkar á Kortalinum undir ”Kringsýnismyndir” í høgra bredda.
Endamálið við kringsýnismyndum er at supplera tey fløtu tvey dimensionellu kortini, ið longu liggja á kortal.fo.
Myndirnar eru hentar bæði í arbeiðshøpi og til privat brúk, at geva eitt skrámyndayvirlit av økjum úr erva.
Kringsýnismyndir eru gjørdar í flestu pørtum av landinum og verða dagførdar so líðandi.
Til ber at síggja allar kringsýnismyndirnar á kortal.fo.



Facebook viðmerkingar