Í vikuskiftinum er 23. umfar í 1. deild og spælt verður leygardagin og sunnudagin.
Suðuroyarliðini – FC Suðuroy og TB – spæla bæði sunnudagin.
FC Suðuroy tekur á Eiðinum ímóti oddaliðnum B71, sum longu hevur tryggjað sær uppflyting í Meistaradeildina. Dysturin byrjar kl. 14.45 sunnudagin.
Hjá TB gongur leiðin í Gundadal, har HB tekur ímóti. Dysturin byrjar kl. 12.30.
Hetta eru dystirnar í 23. umfari í 1. deild.



Facebook viðmerkingar