Í tvær vikur hava Britt Jónsdóttir Jespersen, Emma Kjærbo Veyhe, Anna Stenberg og Barba Rógvadóttir úr 9. flokki í Vágs Skúla verið í starvsvenjing á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Hesar vikurnar hava tær verið í ergo- og fysioterapiini, køkini, sjúkraflutningstænastuni, á songjadeildini, skurðdeildini, røntgendeildini, vaskarínum, læknaskrivaraeindini og á teknisku deild, har tær hava fingið innlit í virksemið á deildunum og á sjúkrahúsinum sum heild.
Spurdar, hví tær valdu Suðuroyar Sjúkrahús til teirra starvsvenjing, svara allar, at tær høvdu hoyrt frá øðrum næmingum, at tað er gott at vera í starvsvenjing á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Emma valdi eisini sjúkrahúsið, tí hon kundi hugsað sær at arbeitt á økinum í framtíðini.
Allar fýra hava dámt sera væl at vera í starvsvenjing á sjúkrahúsinum. Serliga væl dámdi teimum í sjúkraflutningstænastuni, á songjadeildini og í køkini.
Vit takka Britt, Emmu, Onnu og Barbu fyri, at tær valdu Suðuroyar Sjúkrahús til teirra starvsvenjing og vóna, at tíðin her hevur verið lærurík og góð.
Á Suðuroyar Sjúkrahúsi fegnast vit um, at stórur áhugi er millum fólkaskúlanæmingar at koma í starvsvenjing á sjúkrahúsinum, og vit eru altíð fús at taka ímóti næmingum. Skúlar kunnu venda sær til okkara umvegis tlf. 34 33 33 ella teldupost jonje@ssh.fo, um næmingar ynskja at koma í starvsvenjing her.


Facebook viðmerkingar