Konsert í Vágs kirkju sunnudagin

BySuðuroyarportalurin

17. september 2026
Screenshot

Ein konsert, fýra oyggjasamfeløg, endaleysar tulkingar – í Vágs kirkju sunnudagin 20/9 kl 15.00.

Á konsertini verða framførd útvald verk úr Føroyum, Aotearoa Nýsælandi, Kanarisku oyggjunum og Gotlandi. Konsertin varir umleið ein tíma.

Framførandi tónleikarar eru duoin ´hettarher’ mannað av Torleik Mortensen og Andreas Restorff, saman við Lasse T. Jæger frá havnarteknobólkinum Supervisjón. Teir fara at framføra verk eftir Jesse Austin-Stewart, Ruby Solly, Elliot Vaughan, Ciro Hernández, Lasse T. Jæger, Weston Olencki og ´hettarher´.

Andreas Tykjær Restorff (cello og elektronikkur) og Torleik Mortensen (kontrabass og elektronikkur), Lasse T. Jæger (slagverk og elektronikkur).

Økistónar hava stuðlað hesi konsertini, sum er ókeypis.

Facebook viðmerkingar