Mikukvøldið 23. september 2026 kl. 19:00 verður kunnandi fundur í samband við, at stig verða tikið til at stovna eitt felag fyri tey, ið hava lungnasjúkur og avvarandi teirra.
Fundurin verður í hølunum hjá MEGD, Íslandsvegur 10C, Tórshavn.
Vit vóna, at so mong sum gjørðigt vilja koma til fundin, so vit kunnu taka støðu til, um grundarlag er fyri at seta eitt lungnafelag á stovn, sum kann arbeiða fyri at bøta um korini hjá teimum, sum hava lungnasjúkur.
Tú kanst lesa meira inni á FB-vanganum hjá MEGD.
Fyri stigtakararnar – Friðrikur Blámar


Facebook viðmerkingar