Garðafest í Vági

BySuðuroyarportalurin

22. september 2026

Á Gørðunum: Leygardagin 17. oktober verður Garðafest í Vági.

Økið á Gørðunum er eitt natúrligt savningarstað í Vági við handlum, fyritøkur og feløgum, sum øll hava tað til felags, at tey veita tænastur av ymiskum slagi til vitjandi – og nú skipa tey Á Gørðunum á fyrsta sinni Garðafest.

Garðafestin er eitt annarleiðis tiltak við mentan, tónleiki, góðum mati, lokalum drykkivørum, hugna og dansi – og ikki minst við rundferð á Gørðunum.

Garðafestin byrjar við rundferð, har tað verða konsertir í trimum ymiskum støðum á Gørðunum og okkurt leskiligum verður bjóðað afturvið tónleikinum.

Síðani verður farið til borðs í Garðslon. Í góðum lag fara vit at eta ein góðan bita, drekka okkurt gott afturvið og ikki minst syngja og hugna okkum saman.

Eftir borðhaldið verður aftur farið á rundferð á Gørðunum, har tað verða konsertir í tveimum støðum afturat og har verður eisini okkurt leskiligt aftur við tónleikinum.

Eftir konsertirnar verður almennur dansur í Stóra Pakkhúsi, har ágóðin fer til Grindabátafelagið í Vági. Og hjá Jugga verður eisini livandi tónleikur út á náttina.

Lýst verður seinni nær og hvar atgongumerkini verða seld – og vit fara eisini at greiða frá smálutunum í skránni her á Facebook-vanganum, siga tey Á Gørðunum.

Facebook-vangin er her.

Facebook viðmerkingar