Í gjárskvøldið lat umsóknarblaðið upp til Arctic Digital Nomads stuðulin, sum gevur fólki møguleika at flyta arbeiðsplássið til Vágs, Geirangerfjørðin og Þingeyri í eina tíð og samstundis gerast partur av lokalsamfeløgnum.
Hetta er triðja árið, at Arctic Digital Nomads stuðulsmøguleikin verður royndur, og áhugin hevur verið stórur. Í fjør komu nærum 15.000 umsóknir til stuðulsskipanina.
Í ár eru Vágur í Føroyum, Geirangerfjørður í Noregi og Þingeyri í Íslandi við í Arctic Digital Nomads verkætlanini. Endamálið er at geva fólki, sum kunnu taka sítt arbeiðið við sær og talgildum nomadum møguleika at uppliva gerandisdagin í smærri norðurlendskum samfeløgum, samstundis sum tey halda fram við sínum vanliga arbeiði.
Her í Vági hava okur góðar royndir við Arctic Digital Nomads og teimum, sum koma til Vágs. Fjararbeiðararnir hava búð og arbeitt í Vági í eitt tíðarskeið og hava samstundis fingið innlit í lokalsamfelagið og gerandisdagin í Vági. Somuleiðis hava vágbingar fingið gleði av hesum fólkum, sum hava bjóða fram av teirra førleikum og upplivingum aðrastaðnis frá. Sigur Magnus Pauli West, trivnaðarleiðari.
Umsóknin er opin
Nú er aftur møguligt hjá fjararbeiðarum, talgildum nomadum og øðrum, sum kunnu taka arbeiðið við sær, at søkja um Arctic Digital Nomads stuðulin.
Við Arctic Digital Nomads verða hesi útjaðarasamfeløg aftur settur á kortið sum eitt stað, har tað ber til at sameina arbeiðslív við serstøkum upplivingum, náttúru og einum virknum lokalsamfelagi.
Meira kunning um stuðulin og umsóknina fæst á arcticdigitalnomads.com.
Verkætlanin er stuðla av Vágs Kommunu, Blábankinn á Þingeyri, Stiftinga Geirangerfjorden Verdsarv/ Norsk Fjordsenter og NORA – Norrønt Atlantssamstarv
Sí myndasavnið niðanfyri.










Facebook viðmerkingar