Ísborg TG 752 nýtt uppsjóvarskip til Vágs

BySuðuroyarportalurin

29. september 2026

Portal.fo: Seinastu tíðina hevur ljóðað at eitt nýtt uppsjóvarreiðaríð er ávegis, og nú er hetta veruleiki.

– Vit hava keypt íslendska uppsjóvarskipið Margreth, og yvirtóku skipið í dag, sigur Heri Godtfred, sum er ein av eigarunum.

Talan er um felagið Ango í Vági, og helvtina av felagnum Kinnfellið, sum fór í tvey fyri tíð síðani, sum hava stovnað nýggja felagið, og keypt skipið.

– Hóast talan er um eitt nýtt felag, so verður navnið á felagnum framvegis Ango, men skipið fær navnið Ísborg og havnakenninganummarið TG 752 umframt at skipið fær heimstað í Vági, sigur Heri Godtfred.

Nýggju eigararnir ynskja ikki at upplýsa hvussu nógv skipið er keypt fyri, men siga at skipið er yvirtikið í dag, og nú verður onkur dagføring gjørd við skipið í Skagen, har føroyingarnir hava yvirtikið Ísborg.

Eitt nú skal skipið kunna pumpa aftri í reyv, og annað gerast við skipið, sigur Heri Godtfred, og arbeiði kemur at taka nakrar vikur.

Ísborg hevur 7.000 tons av svartkjafti eftir í ár, nú skipið er komið á føroyska hendur. 

Ísborg er bygdt í Noregi í 2008, og lastar umleið 2.000 tons. Skipið er 71 metrar langt og 15 metrar breitt.

Facebook viðmerkingar