Heystmarknaður á Tvøroyri

BySuðuroyarportalurin

16. oktober 2026

Í morgin er árligi Heystmarknaðurin á Tvøroyri.  Tey fyrstu árini var stóra tjaldið í miðbýnum, karmur um Heystmarknaðin.

Seinni bleiv tiltakið flutt oman á havnarlagið á Tvøroyri, í søguligu bygningarnar hjá T.F. Thomsen. Øll árini hevur undirtøkan verið góð og vaksandi.

Tiltakið í ár, er tað størsta, ið higartil hevur verið. Heystmarknaðurin sjálvur, verður á Seglloftinum, har uml. 20 luttakarar eru við. Luttakararnir selja ymiskt heimagjørt, so sum bundin ella seymaði pløgg, smúkkur, føroyskan mat, føroyskt grønmeti, súltað grønmeti, tilfar til slaktið, trælutir og mangt annað. Kafé er eisini á Seglloftinum, meðan Heystmarknaðurin er.

Í ár verður eisini loppumarknaður. Hann verður í grannahúsunum, Pakkhús 17, har 10 luttakarar eru, við øllum millum himmal og jørð.

Pakkhús 18, ið eisini er í somu smogu, er karmur um listaframsýning við lokalum listarfólkum. Í kjallaranum bjóðar lokala Delta Seafood smakkroyndir av saltfiski og til ber eisini at keypa sær saltfisk við heim.

Í túninum við Seglloftið, verða kør við livandi fiski, krabbum, álum o.ø. at síggja.

Ungdómshúsið, Pakkhús 4, er opið meðan Heystmarknaðurin er.

Í garasjuni í Kafé Kgl. Handilin, verða tvey lomb flett og til ber at bjóða upp á tey.

Kafé Kgl. Handilin og Kafé Tvørá hava opið, og harmonikutónleikur verður at hoyra bæði har og á Seglloftinum. MS Thorshavn hevur opið skip frá 15-18.

Handlarnir í býnum hava eina ørgrynnu av serligum tilboðum henda dag og fleiri hava longri opið.

Tey, ið ynskja at halda fram, kunnu seinni um kvøldið fara til Heystquiz í Fimmaranum.

Ein sera spennandi dagur, við sera nógvum, góðum tilboðum.

Heystmarknaðurin á Tvøroyri er frá kl. 12:00 – 18:00

Facebook viðmerkingar