Vágs kommuna ger stuttfilmar: Lívið í Vági – Rani og Birita

ByMagnus Pauli West

21. oktober 2026

Vágur hevur nógv at bjóða, og gott er hjá ungum og eldri at búgva í Vágs kommunu. Frítíðartilboð eru í hópatali til børn og vaksin, og eisini hava eldri borgarar nógv tilboð.

Vágs Kommuna varpar nú ljós á fyrimunirnar við at búgva í kommununi. Framleiddir verða tríggir stuttfilmar, ið lýsa ungar familjur, ið hava valt at seta búgv í Vági. Í orðum og myndum verður lýst, hvussu gerandisdagurin sær út, og famljurnar seta orð á, hví tey hava valt Vág sum karm um familjuna. Fyrsti filmurin er nú liðugur og eru tað Rani og Birita Nolsøe Johannessen, ið greiða frá. Komið verður inn á, at børn kunnu ferðast fritt, um tað so er til ymsu frítíðartilboðini, ella tey tá tey fara á gátt hjá vinfólkum. Eisini at tað er bíligari at seta føtur undir egið borð í Vági, enn tað til dømis er í miðstaðarøkinum, og gevur hetta ávíst fíggjarligt frælsi.

Fyrstu filmurin er tøkur og sæst niðanfyri.

Filmurin sæst her.

Facebook viðmerkingar