Fleiri enn 3.200 vilja til Vágs gjøgnum Arctic Digital Nomads stuðulin

ByMagnus Pauli West

25. oktober 2026

Áhugin fyri at búgva og arbeiða í Vági er stórur millum fjararbeiðarar kring heimin. Nú umsóknarfreistin til Arctic Digital Nomads stuðulin er farin, er greitt, at 7.850 umsóknir eru komnar inn, og av hesum hava 3.236 umsøkjarar víst áhuga fyri at koma til Vágs.

Hetta er triðju ferð, at møguligt hevur verið at søkja um Arctic Digital Nomads stuðulin, sum gevur fjararbeiðarum møguleika at búgva og arbeiða í norðurlendskum útjaðarasamfeløgum í eit avmarkaða tíðarskeið.

Í ár komu 7.850 umsóknir til verkætlanina, og av hesum hava 3.236 umsøkjarar valt Vág sum eitt av støðunum, tey ynskja at koma til.

Færri, men meira viðkomandi umsóknir

Hóast talið av umsóknum er lægri enn í fjør, tá ið nærum 15.000 umsóknir komu inn, er talan um eina sera góða undirtøku.

Minkingin var bæði væntað og tilætlað. Eftir metstóra áhugan í fjør varð í ár arbeitt við at fáa meira málrættaðar umsóknir frá fólkum, sum hava ein veruligan áhuga fyri at búgva og arbeiða í smærri norðurlendskum samfeløgum.

Umsøkjarar úr 139 ymiskum tjóðskapum

Arctic Digital Nomads hevur aftur í ár vakt áhuga kring stóran part av heiminum. Umsøkjararnir umboða tilsamans 139 ymiskar tjóðskapir, og flestu umsóknirnar koma frá amerikanarum, síðani bretum og týskarum.

Eitt annað, sum er áhugavert, er, at fleiri enn 200 umsóknir eru frá familjum við børnum. Hetta vísir, at stuðulsmøguleikin ikki bert er áhugaverdur fyri einstaklingar, men eisini fyri familjur, sum ynskja at uppliva gerandislívið í norðurlendskum útjaðarasamfeløgum – kanska burturi frá stórbýarmeldrinum.

Umsøkjararnir kunnu velja at søkja um uppihald í ein, tveir ella tríggjar mánaðir. Býtið millum hesar tríggjar møguleikarnar er sera javnt, og áhugin er sostatt bæði fyri styttri og longri uppihaldum.

Vilja uppliva gerandislívið í norðurlendskum útjaðarasamfeløgum

Flestu umsøkjararnir arbeiða longu við fjararbeiði og hava tí møguleika at taka arbeiðið við sær, óansæð hvar tey eru stødd. Og fyri mong snýr áhugin seg um meira enn bara at arbeiða úr einum øðrum landi. Tey ynskja at gerast partur av einum lokalsamfelagi, uppliva mentanina, náttúruna og gerandislívið og fáa eina øðrvísi uppliving enn ta, sum vanlig ferðafólk fáa.

Hetta er eisini eitt av høvuðsendamálunum við Arctic Digital Nomads: at skapa samband millum altjóða fjararbeiðarar og norðurlendsk útjaðarasamfeløg og samstundis geva lokalsamfeløgunum møguleika at fáa nýggj fólk, nýggjar førleikar og nýggj sjónarmið inn í gerandisdagin.

Nú skulu umsóknirnar viðgerast

Næsta stigið verður at gjøgnumganga og meta um umsóknirnar og finna fram til teir umsøkjarar, sum fáa bjóðað stuðul til eitt uppihald.

Arctic Digital Nomads er ein samstarvsverkætlan millum Vág í Føroyum, Þingeyri í Íslandi og Geirangerfjord í Noregi. Verkætlanin er stuðlað av NORA – Nordisk Atlantsamarbejde.

Facebook viðmerkingar