Í vár vórðu stig tikin til at gera eina felags eplaveltu í Vági, har øll húsarhald í Vági, kundu luttaka. Tá samanumkom so høvdu fleiri enn 40 húsarhald í Vági skrásett seg at luttaka í felags eplaveltuni. Harumframt er Vágs Skúli eisini partur av ætlanini.
Eitt sindur seinni enn ætlað varð um mánaðarskiftið mai – juni í góðum felagsskapi farið undir at seta eplir niður í einari stórari trøð vestanfyri Hamragarð.
Nógv hava í summar fylt við gongdini og mangir túrar hava verið niðan í stóru eplaveltuna “at lúra” hvussu tað gekk.
Seinastu vikuna eru eplini so tikin upp og spenningurin var stórur um hvussu nógv var undir. Størsta talið av eplum undir einum flagi fór upp um 30 eplir – og tað vóru eisini fløg, har onki var undir.
Í gjárkvøldið vóru fólk so komin saman at býta út eplini og tilsamans út við eitt hálvt tons av eplum varð býtt út til húsarhaldini, sum vóru partur av hesari spennandi felags verkætlanini í Vági.
Tá kvøldið varð liðugt, var breið semja um, at tað ætlanin við felags eplaveltu verður endurtikin komandi ár og kanska verða eisini farið undir aðrar felags verkætlanir innan grønmeti. Meiri verður at frætta um hetta eftir ársskiftið.
Næmingar úr Vágs Skúla fara fyrsta dagin at taka upp seinasta partin av eplaveltuni.
Verkætlanin hevði ikki borið til uttan stóra vælvild frá eigaranum av trøðni vesturi Vatnið, takk fyri tað Mortan Norðberg. Harumframt er verkætlanin eisini stuðlað av játtan frá stuðlinum til grønmetisframleiðslu frá Vinnumálaráðnum.
Stigtakararnir



















Facebook viðmerkingar