Stovna lungnafelag

BySuðuroyarportalurin

9. november 2026

Týskvøldið 17. november 2026 kl. 19:00 verður stovnandi aðalfundur til eitt felag fyri tey, ið hava lungnasjúkur og avvarandi teirra.

Fundurin verður í hølunum hjá MEGD, Íslandsvegur 10C, Tórshavn.

Vit vóna, at so mong sum gjørðigt vilja koma til fundin, so vit fáa eitt gott grundarlag fyri at seta eitt lungnafelag á stovn, sum kann arbeiða fyri at bøta um korini hjá teimum, sum hava lungnasjúkur.

Tú kanst lesa meira inni á FB-vanganum hjá MEGD.

Fyri stigtakararnar – Friðrikur Bláhamar

Facebook viðmerkingar