Fiskivinnuroyndir er játtan hjá Uttanríkis- og fiskimálaráðnum, har endamálið er at fremja royndir og kanningar – bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskaparligari og samfelagsligari burðardyggari gagnnýtslu av havtilfeinginum.
Smærri verkætlanir
Í 2027 eru settar av 1,0 mió. kr. til smærri verkætlanir, har upphæddin til verkætlanina er upp til kr. 300.000. Peningur verður bert játtaður til eitt ára verkætlanir.
Smærri verkætlanir skulu vera samsvarandi endamálsorðingini hjá Fiskivinnuroyndum, sí her.
Vinnufyritøkur, almennir stovnar og einstaklingar kunnu søkja um stuðul til smærri verkætlanir.
Fyrivarni verður tikið fyri játtan á Løgtingsins fíggjarlóg fyri 2027.
Áhugað eru vælkomin at venda sær til Símun Grønadal við møguligum spurningum, t-postur: simun.gronadal@ufmr.fo ella telefon 22 22 58.
Freistin at søkja um smærri verkætlanir er fríggjadagin 8. januar 2027 kl. 12:00.
Umsóknir skulu sendast talgilt til: ufmr@ufmr.fo
Meira fæst at vita á heimasíðuni www.fvg.fo


Facebook viðmerkingar