Bønhúsið í Ørðavík varð bygt í 1966 og tikið í nýtslu hin 27. november 1966. Nú sunnudagin 29. november, eru tað júst 60 ár síðan, at Bønhúsið varð tikið í nýtslu.
Í hesum sambandi verður hátíðargudstænasta í Bønhúsinum sunnudagin 29. november kl. 11:00, við luttøku av prestunum í oynni: Jákup Erlingsson Petersen, Hanus Pál Jógvansson og Patrick Conway de Neergaard.
Eftir hátíðargudstænastuna spælir Tvøroyrar Hornorkestur, undir leiðslu av Tróndi Enni, nøkur løg. Jólatræið í Ørðavík, verður eisini tendrað.
Ein góður drekkamunnur, lagkøka og smákøkur verða at fáa.
Øll eru hjartaliga vælkomin.


Facebook viðmerkingar