Nýtt føroyskt landslið í svimjing úttikið

BySuðuroyarportalurin

23. november 2026

Nú FM var um vikuskiftið varð ein bruttohópur úttikin til landsliðið í svimjing. Hetta var samstundis fyrsta uppgávan hjá nýggja landsliðsvenjaranum, Kristian Martin Joensen.

Tey, sum nú eru umboðaði á føroyska svimjilandsliðnum koma úr Flot, FS, Susvim, Ægir og Havnar Svimjifelag, og talan er um 12 kvinnur og 14 menn.

Oyggjaleikir standa fyri framman og fleiri hava longu klárað bæði A og B kravtíðir, meðan onnur eru á gáttini at klára hetta. Kravtíðarskeiðið er heilt fram til 25. apríl, og ynskiligt er, at vit fáa so breiðan og sterkan hóp at umboða Føroyar til oyggjaleikirnar.

Tey, sum eru úttikin til landsliðið eru:

1. Rebekka Róðinsdóttir

2. Jón Hofgaard

3. Haraldur G. Mortensen

4. Sissal Rógvadóttir

5. Emma Debes

6. Jórun Winther

7. Barbara Debes

8. Jóhanna Ólavsdóttir

9. Lea Petersen

10. Durita M. Askham

11. Lea Osberg Højsted

12. Heini M. Askham

13. Fróði Hansen

14. Bárður Ólavson

15. Tórir Olsen

16. Benjamin Havn

17. Líggjas Joensen

18. Isak Brisenfeldt

19. Elisabeth Erlendsdóttir

20. Bartal Erlingsson Eidesgaard

21. Vár Eidesgaard

22. Silas Dam Lindberg

23. Ólavur Winther Jákupsson

24. Óli Mikkelsen

25. Theodor Salter

26. Lilja Harrysdóttir

Facebook viðmerkingar