Tvøroyrar býráð hevur í kvøld, 26. november 2026, endaliga samtykt fíggjarætlanina fyri 2027.
Við fíggjarætlanini tekur kommunan ítøkilig stig til at styrkja búsetingina, eggja til tilflyting og skapa enn betri karmar fyri barnafamiljur og vinnulív.
▪️ 15.000 kr. í barnafrádrátti – ein hækking á 50 %
▪️ Lægri kommunuskattur – 20,80 %
▪️ 2.000 kr. í árligum frítíðarkorti
▪️ Grundstykkir fyri einans 265 kr./m²
▪️ Ókeypis barnaansing fyri triðja barnið og hareftir
▪️ Blæður og matarskipan íroknað ansingargjaldinum
▪️ Ókeypis skúlabusskoyring og almenn svimjing
▪️ Kommunalar íløgur fyri 26,62 mió. kr.
Við góðum tænastum, einum ríkum ítróttar- og mentanarlívi, stórbærari náttúru og einum fjølbroyttum vinnulívi fyrireikar Tvøroyrar kommuna seg til teir nýggju møguleikarnar fyri framburði, vøkstri og tilflyting, sum Suðuroyartunnilin kann skapa.
Tvøroyri – eitt gott stað at búgva, virka, trívast og skapa sær eina framtíð.
Les meira um samtyktu fíggjarætlanina, sí myndir og grafar og royn interaktivu skattaroknimaskinuna á heimasíðuni hjá kommununi:
https://tvk.fo/tidindir/tvoeroyri-fyrireikar-seg-til-suduroyartunnilin


Facebook viðmerkingar