Bókaframløga við Siri Ranvu Hjelm Jacobsen verður í Ruth Smith savninum sunnudagin á jóansøku.
Siri, sum hevur røtur úr Vági hevur skrivað forvitnisliga bók við støði í abba og ommu síni, sum fluttu úr Føroyum til Danmarkar á ungum árum. Bókin hevur fingið sera góð ummæli og er tydd til onnur mál.
Tiltakið byrjar kl 17 sunnudagin og er ókeypis. Høvi er at ogna sær bókina fyri 200kr.
Annars eru fólk sera vælkomin at vitja savnið, sum hevur opið leygardagin og sunnudagin. Báðar dagar frá kl. 17 – 20. Savnid rúmar ein dyrgrip av myndum, sum altíð eru verdar at njóta
Facebook viðmerkingar