12. august í ár verður Føroyska Sjómansmissiónin 100 ár. Hátíðarhaldið var 5. mai í samband við Landsstevnuna hjá sjómanskvinnuringunum.
Føðingardagurin verður vanliga roknaður frá tí degi, tá sjómansstovan á Tvøroyri varð goldin og fyrsta skipaða arbeiðið hjá Sjómansmissiónini byrjaði.
Seinni komu sjómansheim og sjómansstovur í Føroyum, Íslandi, Grønlandi og í Danmark.
Sjómansmissiónin hevur roynt at sent trúboðarar, har føroysku sjómenninir hava verið.
Í løtuni er bara eitt staðbundið arbeiði uttan fyri Føroyar, og er tað Sjómansheimið Ørkin í Reykjavík.
Sjófólkið kennir Sjómansmissiónina á ymiskan hátt.
-Øll føroysk skip hava fingið bókakassa, skriftstað og dvd/geyma við nógvum og ymiskum kristiligum innihaldi
-Sjómanstrúboðarin vitjar umleið 350 skip og bátar árliga um landið. Hann vitjar eisini umborð á útlendsk skip, eins og hann vitjar árliga í Íslandi og Grønlandi
-Síðsta ár vórðu 1271 jólapakkar deildir út til sjófólk, sum teir 40 sjómanskvinnuringarnir um
landið høvdu gjørt.
-Sjómansmissiónin er virkin á Facebook, har millum annað kunnað verður um arbeiðið, um sjólív, skip og bátar.
Alt hetta fjølbroytta arbeiðið verður fíggjað við sjálvbodnum gávum.
Sunnudagin, 1. juli, verður árliga innsavnanin fyri Føroysku Sjómansmissiónina í kirkjunum um landið.
Hjartans tøkk fyri eina góða 100 ára føðingardagsgávu til Sjómansmissiónina.
Í samband við 100 ára haldið, varð nýtt búmerki avdúkað, sum eisini sæst í hesum tíðindaskrivi.
Facebook viðmerkingar