In.fo: Tað krevur at hava eygur á hvørjum fingri at fylgja við ferðaætlanini hjá Smyrli. Og nú er ferðaætlanin í morgin, ólavsøkuaftan, munandi broytt.
Tað merkir, at nógvir suðuroyingar, sum ætla sær á ólavsøku, eru í vanda fyri at verða afturúrsigldir. Eftir ætlanini skuldi Smyril sigla tveir túrar av Krambatanga til Havnar í morgin, men nú er greitt, at tað verður bara ein túrur sigldur.
Nú ein motorur á Smyrli er yvirhálaður, hava tey brádliga rent seg í óvæntaðar trupulleikar, og tað er, at nakrar mannagongdir gera, at teir fáa ikki sett á motorarnar og tískil klárar Smyril ikki at halda ferðaætlanina.
Av tí sama er ferðaætlanin broytt, bæði í kvøld og í morgin. Í kvøld siglur Smyril sum hann plagdi fríggjakvøld, tað merkir, at hann fer at Krambatanga klokkan 21.15 til Havnar.
Og so siglur hann suður aftur eftir verðaætlanini klokkan 23.30.
Men í morgin ári, ólavsøkuaftan verður siglt suður av Havnini klokkan sjey, og sostatt kann hann bara sigla ein túr norður aftur, og hann verður av Krambatanga klokkan 9.30 í morgin.
Tað merkir, at ætlaðu túrarnir av Krambatanga klokkan seks, og klokkan 11 í morgin, Ólavsøkuaftan, verða IKKI sigldir, tað er bara tann eini túrurin klokkan 9.30, sum verður sigldur.
Facebook viðmerkingar