Ókeypis rørslutiltak hjá Krabbameinsfelagnum í Páls Høll

Týsdagin 11.09.18 kl. 13.30 byrjar ókeypis rørslutiltak hjá Krabbameinsfelagnum Í Páls Høll aftur.

Tiltakið er fyri øll, sum hava ella hava havt krabbamein og teirra avvarðandi. Dentur verður lagdur á venjingar, sum geva styrki og konditión.

Krabbamein rakar ikki bert tann sjúka, men alla familjuna. Tí verður skipað soleiðis fyri, at familjan kann vera saman um at venja. Hetta verður ein løta, har til ber at hava tað stuttligt, mennandi og samstundis koma í betri venjing.

Rørsla og styrkivenjing hava stóran týdning, bæði likamliga og sálarliga. Ítróttur og rørsla betra um útlitini fyri at fáa heilsuna aftur, samstundis, sum tað gevur styrki at standa ímóti hørðu viðgerðini.

Vant verður í Pálshøll í Vági týsdagar kl. 13.30. Vit gera lættan fimleika á landið, síðan fara tey, ið hava hug í hylin ellla í Sauna. Aftanná er møguleiki fyri einum kaffimunni og einum práti.

Venjari er Sigurð Marner Simonsen, fysioterapeutur.

Tilboðið er ókeypis

Kundi tú hugsað tær at fingið meiri at vita um rørslutiltakið, ella hevur tú spurningar um tilboðini hjá Krabbameinsfelagnum, kanst tú seta teg í samband við okkum á telefon 317959 ella umvegis teldupost kmf@krabbamein.fo.

Facebook viðmerkingar