Fríggjadagin 2. november kemur bólkurin Blátt Gras við nýggjari tónleikaútgávu. Og verður útgávukonsert í Frelsunarherinum í Vági fríggjakvøldið kl. 21.00.
Teir hava verið í USA í Crossroads studio, North Carolina og tikið upp. Har var eisini fyrra fløgan, Ávegis, sum kom út í 2014, tikin upp. Heitið á nýggju fløguni er Framvegis, og á henni eru 11 sangir.
Eyðkendi stílurin hjá bólkinum gongur aftur í hesi útgávuni. Serliga er tað íblásturin frá „bluegrass“, sum upprunaliga kom úr amerikansku suðurstatunum, og so akkustiska ljóðmyndin við ljóðførum sum mandolin, violin, banjo, dobro og munnhørpu.
Fleiri av løgunum á fyrru fløguni hava verið nógv at hoyrt í okkara útvarpsrásum. Í 2015 vann lagið „There is room at the table“, FMA tónleikavirðisløn sum „ársins sangur“ innan fólka-, country- og blues tónleik.
Teir ið manna bólkin Blátt Gras eru Ragnar Joensen, Johan Mikkelsen, Terje Johannesen, Jarnhold Nattestad og Richard Johansen. Teir skriva sjálvir øll løgini og allar tekstirnar.
Í samband við útgávuna vera hesar konsertir:
Fríggjakvøldið 2/11 í Frelsunarherinum í Vági kl 21.00
Leygarkvøldið 3/11 í Reinsarínum í Tórshavn kl 20.00
Fríggjakvøldið 9/11 í Libanon í Sørvági kl 21.00
Sunnukvøldið 11/11 í Kelduni í Skálafirði kl 20.00
Fløgan verður til keyps í sølustøðum kring landið og eisini á útgávukonsertunum. Seinni fæst hon á nettænastum sum Spotify, Itunes o.ø.
Facebook viðmerkingar