Sunnudagin 25. november verður Hamragarður karmur um sunnudagsskúla. Tað eru børn og vaksin, ið vanliga samlast í Meinigheitshúsinum, sum í morgin vitja á Hamragarði, og við sangi, andakt og jólasangum, fara at fjálga um hjá teimum gomlu, og teimum ið har starvast.
Øll eru vælkomin, og byrjað verður kl. 14.00 og tískil verður eingin sunnudagsskúli í Meinigheitshúsinum, men ístaðni á Hamragarði.
Kennir tú onkran, ið tú átti at vitja, so kanska júst henda løtan tann rætta at koma avstað 🙂
Facebook viðmerkingar