Hetta vikuskiftið er úttikna landsliðið til Bergen Swim Festival 2019 á venjingarlegu í Vági, at fyrireika seg til hesa stevnu sum verður um knappar tríggjar vikur.
- úr HS: Bartal E. Eidesgaard, Eyðrið Mortensen, Johan N. Dam, Kristina í Skála og Vár E. Eidesgaard, umframt venjari Panagiotis Christou
- úr SuSvim: Rói Bech, Róland Toftum og Sára R. Nysted, umframt venjari Pedro Nunos Prazeres
- úr Ægir: Barbara Debes, Rebekka Trygvadóttir, Rókur Trygvason, Signhild Joensen og Sólvá A. Sigurðsson, umframt venjari Juan Jaime Arroyo Toledo
Róland Toftum hevur meldað avboð til kappingina í Bergen, men luttekur tó á hesi venjingarlegu, meðan Birita Debes er ikki á legu vegna sín lestur í Danmark, men ætlar sær til Bergens at kappast.
Venjingarlegan nú er ‘short and sweet’, til í annaðkvøld, men síðani skulu tey til Bergens longu mikumorgunin hin 3. apríl sum BSF byrjar fríggjadag, og síðani aftaná ein túr til Vágs aftur til eitt tiltak sum tit frætta meira um vónandi heilt skjótt, skrivar Rókur í Jákupsstovu vegna Svimjisambandið.
Facebook viðmerkingar