Bjarni Skaalum, sáli, skrivaði hesa frásøgn um jarðskjálvtan í Suðuroy í apríl 1967.
Jarðskjálvti í Suðuroy Vágur 26.4.1967
Tann 18. apríl 1967 kl 22:27 var lítil jarðskjálvti í Vági. Hann var skjótt yvirstaðin men hús okkara – eins og onnur við – ristust at bæði pápi og eg, sum vóru lagstir, fóru upp at vita. Karl Olsen kom júst tá hvíttklæddur út á vegin, hugdi upp á takið – ætlandi um kaminan mundi verða farin. Hjá Hanni hjá Elspu helt Kitty tað verða luft í centraloljufýringini sum var eksploderað á ein ella annan hátt, og soleiðis kundi tað eisini tykjast eftir ljóðinum. Sjálvur helt eg tað verða luft í centralvarmarørunum og at vatnið í teimum fekk tað at bresta onkursvegna – soleiðis kundi tað ljóða. Men tað gjørdist skjótt greitt at hetta kundi bara verða jarðskjálvti, tí ljóðið kom innan úr jørðini. Tað var av kaldasta veðri, um frostmarkið men eitt fitt lot var og turt fyri tað mesta við smáflykrukavaælingi við stuttum millumbilum seinnapartin. Drongir søgdu nú at bakkin niðri undir verkstaðnum hjá Dion Nolsøe var dottin niður í mølina av skjálvtanum.
Mær vitandi hevur ongin vitað um jarðskjálvta í Føroyum í nýggjari tíð, og vónandi er hetta bæði fyrsti og seinasti jarðskjálvti um okkara leiðir.
Men nei 26.4 var aftur skjálvti um kl. 14-15
27.4 um morgunin kl 6.27 var harðligt dun, men minni skjálvti eins og hann var longri burtur. Og soleiðis kendist tað eisini um hálvgum 3 um dagin men heldur veikari.
28.4 veikt kl 12.30
29.4 kl. 4.59 vaknaði av duninum og sitran
30.4 kl 22.30 hart dun og sitran
1.5 kl. 20.59 og 22.18 og aftur 23.44
3.5 kl. 3.16 og 3.30 – bæði av teimum hørðu kl. 11.06 (eg hoyrdi onki) kl. 13.34 nógv harðast.
Kl. 22.35 hart. Kl. 23.20
Í 36 tímar hevði Magnus Á Gørðunum bara haft norðurrák, men tað rak allar 36 tímar tó at streymurin er góður.
Bjarni Skaalum.
Facebook viðmerkingar