Kathrina og John vunnu 18. umfar í sjav

Tórskvøldið í farnu viku var 18. umfar í sjavskappingini hjá FC Suðuroy í VB-húsinum.

Úrslitið av kappingini gjørdist hetta

Nr. 1. Kathrina Borgardal og John Nilssen, 4 stig hvør
Nr. 2. William Bech og Helgi Bech, 3 stig hvør
Nr. 3. Sverri Magnussen og Eivind Magnussen, 2 stig hvør
Nr. 4. Birgit Poulsen og Sverri Jacobsen, 1 stig hvør

Tvær kappingar verða afturat áðrenn summarferiuna. Sjavstúrur við Norrønu verður 9. – 12. juni. Eingin sjavskapping verður vesturi í VB-húsinum fyrrenn aftaná sjavstúrin.

Facebook viðmerkingar