The Codhunters á Seglloftinum 24. august

Leygardagin 24. august kemur hetlendska seglskipið Swan á vitjan á Tvøroyri. Við á ferðini er føroyavinurin John Goodlad, sum í fjør gav út bókina The Codhunters. Verkið sigur frá søguni um hetlendskan sluppfiskaskap, og snýr seg í stóran mun um hetlendsku veiðuna undir Føroyum.

Í sambandi við kanningararbeiðið vitjaði Goodlad Tvøroyri, og er partur av keldutilfarinum til bókina úr skjølunum hjá T.F.Thomsen.

Klokkan 19.30 fer rithøvundurin at leggja bókini fram á Seglloftinum. Eisini verður hetlendskur tónleikur framførdur, og sjálvandi ber eisini til at vitja savnið í Pakkhús 5.

Møguligt verður at keypa og fáa bókina signeraða. Pengarnir, ið koma inn av søluni fara til raksturin av seglskipinum Swan, ið ikki er ein slupp, men ein sonevnd “fifie”, ið hetlendingar nýttu nógv til sildaveiðu.

Vónandi møta nógv fólk til hesa áhugaverdu vitjan úr okkara nærmasta grannalandi.

Facebook viðmerkingar