Veðrið seinastu dagarnir hevur verið gott og hoyterrin eisini sera góður. Men í mun til fyrr, har fólk í hópatal tuskaðust á bøi við rívum aftaná at sláimaskinan hevði gjørt sítt arbeiði, so er í dag meiri vanligt, at maskinur gera at kalla alt arbeiði. Nógvir teigar liggja eisini óslidnir, hetta kom næstan ikki fyri fyrr.
Sligið verður við sláimaskinu, vent verður við hoyvendara, sum eisini verður brúktur at raka saman við. Tað er eisini vorðið alsamt meiri vanligt, at grasið verður “balla” í hoyballar og plastik vundið rundanum.
Sjónin, har maður slær við líggja, er nú heilt sjáldsom. -Og telist Arnfinnur Thomassen í Vági helst millum allar seinastu menn í Vági, sum framvegis sláa við líggja. Her avmyndaður hendan vælsignaða góðveðursdag í hoyna.
Facebook viðmerkingar