11.000 færri um Suðuroyarfjørð í 2019

Eftir seks ár við støðugum vøkstri av talinum á ferðafólkum, sum ferðast við Smyrli um Suðuroyarfjørð, minkaði talið av ferðafólkum frá 2018 til 2019.

Í tíðarskeiðinum frá 2013 til 2018 vaks talið av ferðafólkum við Smyrli um Suðuroyarfjørð frá 215.608 í 2013 til 275.507 í 2018, ein vøkstur á umleið 28%. Men frá 2018 til 2019 minkaði talið av ferðafólkum úr 275.507 fólkum niður í 264.298 fólk, ein minking á umleið 4%

Eisini talið av bilum minkaði frá 2018 til 2019, úr 108.833 bilum niður í 105.456 bilar.

Facebook viðmerkingar