Talið av ferðandi summarmánaðirnar veksur

Mynd: Eileen Sandá

Í aðrari grein her á Suðuroyarportalinum verður víst á, at talið av ferðandi um Suðuroyarfjørð minkaði frá 2018 til 2019. Men verður hugt eftir summarmánaðunum, so er talan um ein vøkstur í talinum av ferðandi um Suðuroyarfjørð.

Summarmánaðirnar, tvs. mai, juni, juli og august, er tíðarskeiðið, har flest fólk ferðast um Suðuroyarfjørð.

Í 2019 ferðaðust tilsamans 112.286 fólk við Smyrli. Í 2018 var talið av fólki, sum ferðastu summarmánaðirnar 110.048. Talan er sostatt um ein vøkstur í ferðafólkatalinum á Suðuroyarleiðini summarmánarðirnar á umleið 2% frá 2018 til 2019.

Nógv bendir sostatt á, at hóast samlaða talið av ferðafólkum, sum ferðastu um Suðuroyarfjørð í 2019 minkaði í mun til 2018, so veksur talið av ferðafólkum, sum vitjað Suðuroynna summarmánaðirnar.

Facebook viðmerkingar