In.fo: Robert gevur út sang sum Poul F. hevur skrivað

76 ára gamli Robert McBirnie er “Still going Strong”. 

Nú hevur Robert verið í upptøkuhølunum, og hevur tikið upp sangin “Gentan úr Vági”, ið stórskaldið, Poul F. Joensen hevur skrivað orðini til. Vinmaðurin hjá Robert, Herálvur Andreasen skrivaði lagið.

Mong ár eru liðin síðani hesin sangurin gjørdist veruleiki, og Robert var so beinasamur at støkka inn á gólvið hjá FM1 við nýinnspælda sanginum, og hann gav sær tíð í samrøðu við Eyðfinn Drewsen og Petur Zachariassen at fortelja um søguna aftanfyri sangin.

Á ljóðfíluni her á in.fo ber til at hoyra Robert greiða frá sanginum og syngja sangin “Gentan úr Vági”. 

Facebook viðmerkingar