Framvegis fólkavøkstur, men tað dragnar millum Suðuroy og restina av landinum

Tann 1. august í ár var fólkatalið 52.816. Tað eru 733 fleiri fólk enn 1. august í fjør. Fólkatalið vaks sosatt 1,4%.

Hetta er nakað minni enn í undanfarna 12-mánaðarskeiði 2018/19, tá fólkatalið vaks við 848, svarandi til 1,7%. Munurin stendst av, at bæði burðaravlopið og nettoflytingin eru nakað minni. Burðaravlopið er 25 færri, serliga tí at føðitalið er minkað, og nettoflytingin er 90 færri, serliga tí at tilflytingin er minkað.

Størsti fólkavøksturin er framvegis í miðøkinum

Verður hugt at fólkavøkstrinum úti um landið, er mynstrið óbroytt: nógv størsti fólkavøksturin er í miðøkinum, tað er í Eysturoy, Tórshavnarøkinum og í Vágum. Merkisvert er tó, at Sandoyarøkið nú er komið við í hendan bólkin, har lutfalsligi vøksturin nú er tann sami sum í Eysturoy. Í Norðoyggjum og Streymoyarøkinum uttan høvuðsstaðin er fólkavøksturin minni, men tó framvegis hampiliga stórur. Tað er bara í Suðuroy, at tað enn gongur skeivan. Tað dragnar alt meir millum Suðuroy og restina av landinum.

Les eisini meiri her.

Facebook viðmerkingar