Reingerðartilboð til eldri borgarar í Vági!

Reingerðartilboð til eldru borgarar í Vági, er nakað ið hevði komið væl við, hjá fleiri av okkara eldru borgarum ið enn búgva heima. Fleiri eldri borgarir bíða eftir, at sleppa inn á eitt ellisheim. Nógv fáa heimahjálp, men orka ikki at halda hús viðvíkjandi reingerð. Eisini eru tað fleiri eldri borgarir ið fegin vilja búgva heima so leingi tilberð. Summi fáa kanska heimahjálp, og tey eru væl fyri og klára seg væl. Men tey orka ikki so gott at halda hús, nú tey eru komin upp í árini.

Eg havi sjálv arbeitt sum heimasjúkrasystir í Danmark. Her fingu eldru borgarnar bjóðað eitt reingerðartilboð frá kommununi. Eg kann ikki undirstrika nokk, hvussu nógv tað hevði at týða fyri tey. Hvussu takksom tey vóru fyri henda møguleikan!

Eg haldi tað er synd, at man noyðist á eitt ellisheim, um man er væl fyri, men ikki orkar at halda hús – her hugsi eg reingerð. Og eg haldi eisini at tað er synd, at viðurskiftini heima hjá teimum borgarum ið bíða at sleppa inn á eitt ellisheim, ikki eru so góð, tí tey ikki orka at halda hús.

Hesi eldri fólkini burdu fingið møguleikan til eitt reingerðartilboð, har kommunan kundi goldið ein part av tilboðnum. Tað kostar ikki alla verðina fyri kommununa, men tað gerð ein verðins mun fyri okkara eldru borgarar.

Eg havi sagt, at eg ætli mær at hava fokus á okkara ungu og barnafamiljur í Vági. Tað ætli eg eisini. Men koma tað onnur skilagóð hugskot, so standi eg sjálvandi eisini inn fyri teimum – tað sigur seg sjálvt.
Hetta hjartamálið er avgjørt nakað ið rørir meg, tískil er hetta eisini nakað ið eg ynski at arbeiða fyri.

– ´Lið um lið, øll skulu við´ ikki so??
Latið okkum halda fast í góðu gongdini!

Vár Naomi Dimon

Valevni hjá Lista E

Facebook viðmerkingar