Nevndin í camping.fo skipað seg

Á ársaðalfundinum hjá Camping.fo sum var hildin í Eydnuni á Oyrarbakka leygardagin 24.10.2020. Var nevndarval. 

Ivan Skorheim og Henrid Johansen stóðu fyri væli. Henrid ynskti ikki at stilla upp aftur.

Krissolvur Johannesen hevur siti sum tiltakslimur í nógv ár og var spurdur um hann kundi stilla upp til nevndina. Krissolvur játtaði.

Krissolvur Johannesen og Ivan Skorheim vóru valdir í nevndina.

Magnus Jacob Magnussen og Jørgin Olsen eru valdir sum tiltakslimir.

Nevndin hevur skipa seg.

  • Ivan Skorheim, Formaður
  • Krissolvur Johannesen, Næstformaður
  • Tummas Heri Thomassen, Skrivari
  • Hans Jákup Kollslíð, Kassameistari
  • Tórun Fredriksberg Dalfoss, Nevndarlimur
  • Magnus Jacob Magnussen, 1. Tiltakslimur
  • Jørgin Olsen, 2. Tiltakslimur (Nýggjur)

Facebook viðmerkingar