Kom við til drive-in filmssýning og lokka makan, mammuna ella onkran annan góðan við tær til eina hugnaliga løtu í egnum bili framman fyri stórskýggjanum. Fyri at gera løtuna eyka hugnaliga, viðmæla vit tykkum at balla tykkum inn í mjúk, heit teppir og at hava bleytar pútur við. Ljóðar tað ikki hugnaligt?
Svenski filmurin ’Sameblod’ vann heiðursløn fyri besta norðurlendska film á Göteborg Filmfestivalinum í 2017. Filmurin varpar ljós á tær ræðuligu royndarkanningarnar, sum innføddu sámarnir vórðu undir í 1930unum í Svøríki. Í filminum fylgja vit eini ungari sámiskari gentu, sum, eftir nógvu eyðmýkjandi upplivingarnar í svenska kostskúlanum, velur at venda rygg til sína fortíð og sámiska samleika í leitanini eftir viðurkenning í svenska samfelagnum.
Høvi verður at keypa ymiskt leskiligt afturvið sýningini.
Vit lata upp hálvan tíma áðrenn sýning. Vinaliga møtið í góðari tíð.
Longd: 110 minuttir
Mál: Svenskt/sámiskt við donskum undirteksti
15 ára aldursmark
Facebook viðmerkingar