Stórt lop á Norðbergeiði

Veðrið, sum hevur verið seinastu tíðina, kann fara hart um náttúruna. Um tað er hetta, sum ger seg galdandi er ilt at siga, men eitt stórt lop hevur seinastu dagarnir verið á Norðbergseiði í Hvalba.

Sum vit síggja á hesum báðum myndunum, so er tað komin ein nýggj møl undir berginum.

Fyrra myndin er tikin 21. mai 2016 og seinna myndin er tikin í dag. Eitt rættiliga stórt lop er talan um.

Ein lítil viðmerking, skal tó gerast til hesar báðar myndirnar, tann fyrra er tikin í flóð og tann seinna er í fjøru.

Men framvegis kann man síggja at tað er ein rættiliga stór nøgd av gróti, ið er lopi.

Henda myndin er tikin 21. mai 2016
Henda myndin er tikin 4. februar 2018

Facebook viðmerkingar