Veðrið, sum hevur verið seinastu tíðina, kann fara hart um náttúruna. Um tað er hetta, sum ger seg galdandi er ilt at siga, men eitt stórt lop hevur seinastu dagarnir verið á Norðbergseiði í Hvalba.
Sum vit síggja á hesum báðum myndunum, so er tað komin ein nýggj møl undir berginum.
Fyrra myndin er tikin 21. mai 2016 og seinna myndin er tikin í dag. Eitt rættiliga stórt lop er talan um.
Ein lítil viðmerking, skal tó gerast til hesar báðar myndirnar, tann fyrra er tikin í flóð og tann seinna er í fjøru.
Men framvegis kann man síggja at tað er ein rættiliga stór nøgd av gróti, ið er lopi.
Facebook viðmerkingar