Summarfuglar til SEV summarið 2018

Nú summarfrítíðin nærkast, hevur SEV tørv á ágrýtnum summarfuglum til ymisku arbeiðsplássini hjá elfelagnum kring landið.

Sundsverkið – maskinmeistari, maskinmeistaralesandi og tvey arbeiðsfólk í juli og august

Søkt verður eftir einum  maskinmeistara, ið kann vera avloysari, tá ið tørvur er á tí. Harumframt verður søkt eftir einum avloysara til dagarbeiði –  t.d. einum maskinmeistaralesandi –  at ganga til handa. Sundsverkinum tørvar eisini tvey ung fólk, sum eru minst 18 ár, til fyrifallandi uppgávur sum reingerð og rudding. Reingerðin fer fram, har tað er skitið av olju o.ø. líknandi evnum.

 

Vágsverkið – maskinmeistaralesandi í juli og august

Vágsverkinum tørvar ein maskinmeistaralesandi til ávísar maskinuppgávur. Ein partur av arbeiðinum verður at trýstspula tangagarð og sjógvinntak við trýstspulara, umframt at viðkomandi eisini skal sláa gras við bensinriknum trimmara einar tvær ferðir í summar.

 

Verkið á Strond í Klaksvík – tvey arbeiðsfólk í juli og august

Søkt verður eftir tveimum fólkum, sum eru minst 16 ár til fyrifallandi uppgávur – eitt nú at sláa gras í økinum.

 

Eiði – eitt arbeiðsfólk í juli og august

Á Eiði sóknast vit eftir fólki at reinsa áarinntøk, at rudda, gera reint og annað fyrifallandi arbeiði. Tað er ein fyrimunur at hava koyrikort.

 

Tórshavn – eitt roknskaparfólk at byrja sum skjótast og til og við 31. august

Okkum tørvar eitt hjálparfólk í skuldarbókhaldinum. Vit ímynda okkum, at tann sum settur verður er fyrikomandi og  samstarvsfús/ur og hevur ella er í holt við eina  útbúgving innan t.d. roknskap. Tann sum settur verður hevur skrivstovu í móttøkuni.

 

Rakstrarøkið Suðuroy – arbeiðsfólk til tíðarskeiðið 25. juni – 20. juli.

Søkt verður eftir arbeiðsfólkum at arbeiða í fjøllunum saman við linjufólkunum. Umsøkjarar skulu vera minst 16 ár.

 

Rakstrarøkið Norður – arbeiðsfólk til tíðarskeiðið 25. juni – 20. juli.

Søkt verður eftir arbeiðsfólkum at arbeiða í fjøllunum saman við linjufólkunum. Umsøkjarar skulu vera minst 16 ár.

 

Goymslan í Vestmanna – arbeiðsfólk til tíðarskeiðið 25. juni – 20. juli.

Søkt verður eftir arbeiðsfólkum til fyrifallandi goymsluarbeiði. Umsøkjarar skulu vera minst 16 ár.

 

Talan er um ávísar uppgávur í avmarkað tíðarskeið. Tískil er umráðandi, at tú í umsóknini ger vart við, hvat starv tú ert áhugað/ur í.

 

Vit ímynda okkum, at okkara summarfuglar eru ágrýtnir, og at tú spyr eina ferð ov nógv heldur enn eina ferð ov lítið. Samstundis sum tú er arbeiðssom/arbeiðssamur og fer væl um, leggja vit dent á, at tú dugir at ansa væl eftir tær sjálvum og tínum starvsfelagum. Trygdin skal altíð vera fremst í huganum – eisini hjá summarfuglum okkara.

 

Hevur tú royndir við uppgávunum, sum nevndar eru omanfyri, hevur tú ein fyrimun.

 

Umsóknarfreistin er 21. mai 2018. Viðmerk “summarfuglur” – og hvat starv talan er um.

Summarfuglarnir eru tímaløntir eftir sáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Útbúni maskinmeistarin til Sundsverkið verður løntur sambært sáttmálanum við Maskinmeistarafelagið.

 

 

Umsóknin skal sendast til: starv@sev.fo

Stílað: Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðari

 

 

SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. 152 fólk starvast í føstum starvi hjá elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Elfelagið strembar áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi. SEV er fólksins ogn – allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, ið var stovnað 1. oktober 1946.

 

 

 

 

Facebook viðmerkingar