Suðringar vunnu 3-2 á EB/Streymi

Við einum 3-2 sigri á EB/Streymi í dag vunnu Suðringar fyrsta heimadystin í Betrideildini 2018.

Talan var um ein vælleiktan fótbóltsdyst, har Suðringar í fyrra hálvleiki vóru greitt betra liðið.

EB/Streymur fekk tó fyrsta málið, sum Oddur Højgaard gjørdi longu í 2. minutti. Suðringar javnaðu í 20. minutti og var tað Búi Egilsson, sum skoraði fyri heimaliðið. Áðrenn hálvleiki gjørdi Salmundur Bech tað til 2-1 við einum brandskoti úr 25 m. fjarstøðu.

Í seinna hálvleiki gekk javnari á. Liðini bæði fingu hvør sítt mál. EB/Streymur javnaði í 72. minutti og var tað Marni Djurhuus sum gjørdi málið. Men minutti eftir løgdu Suðringar seg aftur framum og var tað Ibrahim Arifovic sum skoraði.

Úrslitið førir við sær, at Suðringar nú hava 7 stig og eru á 8. plássi.

Her eru úrslitini frá í dag:

TB/FCS/Royn – EB/Streymur (3-2)
Oddur Á. Højgaard 0-1
Bú Egilsson 1-1
Salmundur Bech 2-1
Marni Djurhuus 2-2
Ibrahim Arifovic 3-2

HB – AB (5-0)
Adrian Justinussen 1-0
Dan í Soylu 2-0
Adrian Justinussen 3-0
Jógvan Rói Davidsen 4-0
Sjálvmál 5-0

Skála – 07 Vestur (2-1)
Brian Jakobsen 1-0
Gilli Samuelsen 1-1
Heðin Klakstein 2-1

KÍ – Víkingur (1-2)
Jóannes Bjartalíð 1-0
Adeshina Lawal 1-1
Heðin Hansen 1-2

NSÍ – B36 (0-2)
Hugin Samuelsen 0-1
Kaimar Saag 0-2


Støðan eftir 9 umfør
1. HB (22 stig)
2. B36 (19 stig)
3. KÍ (19 stig)
4. Víkingur (17 stig)
5. NSí (16 stig)
6. Skála (11 stig)
7. EB/Streymur (10 stig)
8. TB/FCS/Royn (7 stig)
9. AB (5 stig)
10. 07 Vestur (1 stig)

 

Mynd: Bjartur Vest

Facebook viðmerkingar