Tilmælið: Útnorður skúlin staðsetast í Hvalba 

Tíðindi

Útnorðurráðið varð stovnað í 1997 millum Føroyar, Ísland og Grønland. Tá Útnorðurráðið í 2007 hevði 10 ára hátíðarhald, varð samstundis skipað fyri hugskotskapping um hvussu londini í útnorðri kundu knýtast tættari sambond.  

Úr Suðuroynni kom uppskot um Útnorðurskúlan, ein skúli, sum skuldi byggjast upp í teimum trimum londunum. Útnorðurráðið tók undir við hesum uppskotinum í 2007 og hevur aftur í 2017 samtykt, at Útnorður skúlin skal setast á stovn. 

Í Suðuroynni var tankin frá byrjan, at skúlin skuldi staðsetast í Suðuroynni og eru kommunurnar í Suðuroynni samdar um, at Útnorður skúlin skal staðsetast í Hvalba. 

Ein bólkur er settur at arbeiða við fyrireikingunum av Útnorður skúlanum, sum skal skipa skúlan bæði bygnaðarliga og innihaldsliga. Í Hvalba eru hølir tøk til bæði sjálvan skúlan og til næmingabústað, og eru fysisku karmarnir sostatt til taks til at kunna fara ígongd í august 2019. 

Verkætlanarbólkurin fer í næstum at kunna bæði kommunurnar í Suðuroynni og Landið um ætlanina, soleiðis at hon kann setast í verk í tráð við tilmælið frá Útnorðurráðnum. 

Kommunurnar í Suðuroynni taka undir við hesari ætlan, sum førir við sær, at fleiri størv til fólk við útbúgving og onnur størv verða við Útnorður skúlan. 

 

Facebook viðmerkingar