Ítróttaháskúlin í Suðuroy er eitt nýtt spennandi skúlatilboð í Føroyum, sum byrjaði í august 2016. Ítróttaháskúlin hevur fingið eina framúr góða byrjan og áhugin fyri at sleppa á Ítróttaháskúla er sera stórur.
Verandi karmar geva pláss til umleið 40 næmingar. Til heystskeiðið 2018 vóru tað mitt í mai tilmeldaðir fleiri enn 80 næmingar, og sannlíkt er, at tað verða útvið 100 tilmeldingar, áðrenn umsóknarfreistin er úti 1. juli 2018.
Fyri at nøkta ómetaliga stóra tørvin, sum longu varð staðfestur í 2017, varð á vári í 2017 farið undir at fyrireika betran av kørmunum hjá Ítróttaháskúlanum. Avtalað er síðani gjørd við Bústaðir um bygging av næmingabústaði í Vági, sum rúmar upp til 72 næmingum. Byrjað verður í juni 2018 og n.æmingabústaðurin verður liðugur til skúlarársbyrjan á heystskeiðnum 2019.
Løgtingið hevur eisini játtað 0,8 mió. kr. í 2018 (við ætlan um somu játtan í 2019 og 2020) til at betra um karmarnir hjá Ítróttaháskúlanum. Hendan játtan verður brúkt til at byggja upp ein nýggjan háskúla, tvs. ein bygning við skúlastovum, hølum til leiðslu, umsiting og lærarar. Skúlabygningurin verður klárur at taka í nýtslu við skúlabyrjan til heystskeiðið 2019.
Við nýggjum næmingabústaði og nýggjum skúlabygningin er gjørligt at økja um næmingatalið frá 40 til 72 næmingar. Leiðslan á Ítróttaháskúlanum hevur latið inn fíggjarætlan fyri 2019 og 2020 til Mentamálaráðið, sum er grundað á 72 næmingar.
Kommunurnar í Suðuroynni taka undir við hesum og heita á Landið um at virka fyri hesari ætlan, sum fer at føra við sær, at fleiri størv til fólk við útbúgving og onnur størv verða løgd afturat verandi størvum á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy.
Facebook viðmerkingar