Starvsfólk til Heilsumiðstøðina í Vági:

Vágs kommuna søkir eftir einum starvsfólki til móttøkuna á heilsumiðstøðini í Vági at byrja skjótast til ber.

Arbeiðsuppgávur
Í høvuðsheitum inniber starvið at veita ymiskar tænastur til borgaran, og eftir førimuni skalt tú eisini veita tænastur til onnur heilsufaklig starvsfólk á heilsumiðstøðini.

Starvið inniber millum annað:

  • Telefonavgreiðsla
  • Kundaavgreiðsla
  • Bílegging av heilivági
  • Annað fyrifallandi arbeiði

Førleikakrøv
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan heilsuøki og soleiðis hevur gott innlit í mannagongdir í mun til hetta arbeiðsøki.

Tínir kt-førleikar skulu vera góðir og tað er ein fyrimunur, at tú dugir at nýta telduskipanina Cosmic.

Sum persónur er umráðandi, at tú ert fleksibul, ábyrgdarfullur, og kann arbeiða sjálvstøðugur og undir trýsti.

Setanartreyir
Talan er um hálvtíðarstarv. Starvið er lønt samsvarandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevara­felagið og avvarðandi yrkisfelag.

Meira fæst at vita um starvið við at ringja á telefon 733008.

Umsóknir, saman við upplýsingum um útbúgving og royndir, skulu verða Vágs Kommunu í hendi í seinasta lagi fríggjardagin 8. juni 2018 kl. 12:00.

 

Umsóknin skal sendast til :

VÁGS KOMMUNA

Vágsvegur 30

FO-900 Vágur

Viðm. Starvsfólk til Heilsumiðstøðina

 

 

 

Facebook viðmerkingar