10 verkætlanir stuðlaðar við tilsamans góðum 7 mió. kr.

Granskingarnevndin hevur á fundi 25. mai játtað stuðul til 10 nýggjar granskingarverkætlanir. Til samans eru játtaðar 7.246.591 kr. til verkætlanir á økjunum mentan, samfelag. náttúra og náttúrutilfeingi og heilsa.

33 umsóknir vóru um stuðul og søkt varð um í alt 24 mill. kr.

Stuðul er latin 4 ph.d.-verkætlanum og 6 øðrum verkætlanum. 6 kvinnur og 4 menn eru verkætlanarleiðarar. Hesi arbeiða á stovnum og feløgum í Føroyum og í Danmark.
 

Umsóknirnar, sum hava fingið játtað stuðul úr Granskingargrunninum í 2018, eru:

Mentan og samfelag

Sigri Gaini: Framsøgufrælsi og haturstala.
Ph.d.-verkætlan á Søgu og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum – Játtan kr. 1.100.000

David Turesson: Íverksetanarumhvørvið í minni oyggjasamfeløgum – ein komparativ granskingarverkætlan av íverksetan í fíggjarligum framkomnum oyggjasamfeløgum.
Ph.d.-verkætlan á Søgu og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum – Játtan kr. 1.136.000

Náttúra og náttúrutilfeingi

Gunnvør á Norði: Botndjórasamfeløg – Eitt føroyskt sammetingargrundarlag
Verkætlan á Fiskaaling – Játtan kr. 423.648

Sólva Jacobsen: Árstíðarbroytingar í vøkstri og yvirlivilsi hjá yngli á føroyska landgrunninum.
Verkætlan á Havstovuni – Játtan kr. 398.110

Debes H. Christiansen: Hjartaklovningur (CMS): Ein vaksandi vandatáttur fyri føroyska laksaalivinnu. 
Verkætlan á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni – Játtan kr. 740.000

Sigurd Christiansen: Kanning av eginleikunum hjá nano-partiklum úr havinum við Føroyar og hvussu gróðurin á landgrunninum ávirkar partiklarnar.
Verkætlan á Aarhus Universitet – Játtan kr. 536.040

Maria Dam: Finnast sníkarnir Cryptosporidinum og Giardia í føroyskum seyði og neytum, og kunnu hesir dálka drekkivatnið?
Verkætlan á Umhvørvisstovuni – Játtan kr. 505.777

Heilsa

Nicolina Maria Ovadóttir:  Forðing av Phosphodiesterase 8A enzym fyri at minka um varandi bruna og krabbakyknusperiðing.
Verkætlan á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum – Játtan kr. 323.997

Ólavur Mortensen: Greining av genetiska fjølbroytninum hjá føroyingum 
Ph.d.-verkætlan á Ílegusavninum, Fróðskaparsetrinum og Aarhus Universitet – Játtan kr. 947.019

Rannvá Dahl: Nýtslan av fitisýrum og umsetningurin av karnitini í vøddakyknum hjá sjúklingum við CTD.
Ph.d.-verkætlan á Københavns Universitet og Landssjúkrahúsinum – Játtan kr. 1.136.000

Næsta umsóknarfreist hjá Granskingargrunninum verður væntandi 15. februar 2019 kl. 12. Hetta er treytað av játtan á fíggjarlógini fyri 2019.

Í 2019 fer væntandi eisini aftur at bera til at søkja stuðul frá Høvuðsøki 2 hjá  Sjúkrakassagrunninum. Tað ber í løtuni til at søkja stuðul frá Høvuðsøki 1, sum er til smærri verkætlanir. Les meira her     

Við játtanunum í hesum umfarinum eru á leið 230 verkætlanir stuðlaðar síðani skipanin við granskingarstuðli varð sett á stovn fyri góðum 20 árum síðani 

Facebook viðmerkingar