SuSvim-menn 1:50.85 og føroyskt met í 4×50 blandað

Ítróttur Tíðindi

Mansliðið hjá Suðuroyar Svimjifelag setti leygardagin nýtt føroyskt met í 4×50 metra blandaðari svimjing, tá ið teir á Ægir Open í Klaksvík svumu teinin í tíðini 1:50.85. Teir áttu sjálvir føroyska metið á 1:50.96, frá HS Open í mars mánaða.

SuSvim-menn føroyskt met í 4×50 blandað. Lis Gøthe í Jákupsstovu eigur myndina
Teir sum svumu fyri SuSvim, vóru:

Bartal Debess (rygg) 29.38
Rani Jacobsen (bringu) 31.30
Róland Toftum (firvald) 25.43
Rói Bech (frí) 24.74

Facebook viðmerkingar