Søkt verður eftir sálarfrøðingi til Suðuroyar Barnaverndartænastu

Størv Tekstlýsingar Tíðindi

Nú er eitt starv sum sálarfrøðingur leyst at søkja hjá Suðuroyar Barnaverndartænastu. Starvið er normerað til 30 tímar um vikuna. Møguleiki er eisini at seta tveir sálarfrøðingar á 15 tímar um vikuna.

Arbeiðsøki
Suðuroyar barnaverndartænasta er staðsett á Tvøroyri og umfatar allar 7 kommunurnar í Suðuroynni.

Endamálið hjá Suðuroyar Barnaverndartænastu er at ansa eftir, at børn og ung, sum vegna sosial vandamál liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra vælferð og menning, kunnu fáa ta hjálp, ið er neyðug fyri at greiða støðu teirra.

Eitt týðandi mál fyri barnaverndartænastuna er at syrgja fyri at hjálpin verður sett í verk saman við familjuni, at tilboðið er tað besta og at gerandisdagurin hjá barninum og familjuni ávirkast so lítið sum gjørligt.

 

Tín leiklutur
Tú kemur at virka í tøttum samstarvi við umsitingina á barnaverndartænastuni.
Arbeiðið er fjølbroytt og umfatar m.a:

  • At hava samrøður við børn, ung og foreldur, bæði útgreinandi, stuðlandi og viðgerandi 
  • At gera sálarfrøðiligar kanningar og metingar av børnum, ungum og foreldrum
  • At veita supervisión av stuðlum hjá barnaverndartænastuni
  • At veita familjuviðgerð
  • At veita ráðgeving og konsultatión til lærarar, námsfrøðingar og foreldur

Vit hava góð hølir við kontóri, viðtaluhøli og ymiska útgerð, eitt nú til spæliviðgerð.

 

Vit vænta av tær

  • At tú ert útbúgvin og autoriseraður sálarfrøðingur
  • At tú hevur drúgvar royndir sum sálarfrøðingur. Ein fyrimunur er, um tað er frá barnaverndararbeiði
  • At tú ert nærverandi og hevur umsorgan fyri barnsins tørvi
  • At tú kanst hava samrøður við børn/ung og familjur
  • At tú kanst bjóða spæliviðgerð
  • Tað er ein fyrimunur um tú kanst gera kanningar av børnum og foreldrum (foreldraførleikakanning), við einari skrivligari frágreiðing og tilráðing, men ikki eitt krav
  • At tú ert ábyrgarfull/ur, miðvís/ur og sjálvstøðug/ur í arbeiðnum
  • At tú ert fleksibul og hevur góð samstarvsevni

 

Vit kunnu bjóða tær

  • eitt spennandi og fjølbroytt arbeiði
  • fakligt samstarv við sálarfrøðingar hjá øðrum barnaverndartænastum og Barnaverndarstovu Føroya
  • førleikamenning eftir umstøðum og tørvi
  • supervisión

 

Setanarviðurskifti

  • Arbeiðið er 30 tímar um vikuna, ella um ynski er fyri tí, 15 tímar um vikuna
  • Starvið verður sett skjótast til ber ella eftir nærri avtalu
  • Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

 

Umsókn
Hevur starvið tín áhuga, send so skrivliga umsókn saman við avriti av prógvum og viðmælum til:

Suðuroyar Barnaverndartænasta

Postboks 104

800 Tvøroyri

ella sum teldupost til:

barnavernd@tvoroyri.fo

 

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 28. novembur 2018 kl. 12.00.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Anniku Jónsveinsdóttir, leiðara á telefon 229085.

Um ikki nóg nógvir kvalifiseraðir umsøkjarar eru til starvið, tilskilar Suðuroyar barnaverndartænasta sær rætt til at søkja av nýggjum.

Facebook viðmerkingar