Skúlablaðið skrivar um nýggja tiltakið Skúlafótbóltur í Vági: Søgan um nýggja tiltakið, sum nevnist skúlafótbóltur, er á mangan hátt ein sólskinssøga.
Skúlablaðið: Í stuttum snýr hetta seg um, at hvønn mikudag hittast skúlanæmingar í ávísum árgangi, og úr øllum landinum, at kappast í fótbólti, umframt at aðrar upplivingar fylgja við.Vit hava sett trimum av teimum, ið taka sær av tiltakinum, stevnu í Marghøllini í Vági, tí tað er nevniliga har, sunnast í Føroyum, at kappingin í skúlafótbólti fer fram.
Í einum av hugnaligu skrivstovuhølunum, ið er í bygninginum, sum stendur inni í Marghøllini, fáa vit eitt prát. Jón Pauli Olsen, Dennis Holm og Jens Petur Brattalíð greiða fegnir frá gongdini, hóast long tíð ikki er liðin, síðan skúlafótbóltskappingin fór í gongd.
Facebook viðmerkingar